Mannfall í Gøtu

Anton Skoradal, venjari hjá Víkingi, verður noyddur at manna nýggja verju sunnudagin, nú Hans Jørgen Djurhuus, Niclas Niclasen og Atli Gregersen eru leikbannaðir. Tað er Andreas Lava Olsen eisini, meðan Magnus Skoralíð er burturstaddur

Eitt stig í Gundadali mikukvøldið gjørdist sera dýrt hjá Víkingi. Fýra leikarar fingu gult kort, tá samansetta felagið vitjaði HB. Tað er nú einki óvanligt í tí. Men hesir eru allir leikbannaðir, tá B71 vitjar í Gøtu sunnudagin. Hans Jørgen Djurhuus var útvístur, meðan Niclas Niclasen, Atli Gregersen og Andreas Lava Olsen fingu sítt fimta gula kort í hesum kappingarárinum, sum hevur leikbann við sær. Eisini er Magnus Skoralíð burturstaddur.

- Tað verður eingin trupulleiki hjá mær at manna nýggja verju. Eykaliðið stendur seg væl í næstbestu deildini, og summir fáa møguleikan. Vit seta altíð nøsina upp móti trimum stigum, líka mikið, hvat fólk vit hava, sigur Anton Skoradal, venjari, sum roynir at vinna Víking altjóða luttøku í komandi kappingarári.


Gudmund og Eirikur úti

Eftir tríggjar sigrar upp í slag steðgaði sigursrøðin hjá B71, tá B36 vitjaði inni í Dal mikudagin. Eli Hentze, venjari, staðfestir, at sandoyingar framvegis er í niðurflytingarvanda, hóast tað undan summarsteðginum eydnaðist at vinna seg upp um strikuna.

- Vit hava ligið í botninum alt kappingarári, og tað broytist neyvan komandi vikurnar. Kappingin er sera jøvn, og fimm lið eru í vanda fyri at flyta niður. Fólk hava rópt okkum, B68 og Skála sum niðurflytarar í alt ár, men eg dugi ikki at síggja, hví KÍ og ÍF skulu kenna seg trygg. Øll stig eru kærkomin, og marginalar fara at avgera. Soleiðis verður helst eisini í Gøtu sunnudagin, sigur Eli Hentze, venjari, sum má verða Gudmund Nielsen og Eirikur Poulsen fyri uttan um vikuskiftið.