Mannfall millum føroyingar

Lagið er gott í føroysku leguni, nú spælararnir eru farnir at hvíla seg eftir fyrru trý korterini.

Støðan er framvegis málleysur javnleikur.

Eysturríki hevur havt rættuliga fríska lotið undan, og gestirnir hava verið títtir gestir í føroyska brotsteiginum.

Tað var um reppið, at innskifti Andreas Holzl skoraði eftir fríspark og fína hálvbjarging av Jákupi Mikkelsen, men fyri opnum máli sendi hann skeivu megin stólpan.

Fram ímóti steðginum hevur føroyska liðið havt tríggjar góðar møguleikar. Christian Høgni Jacobsen sendi úr vinstru og framvið stólpanum, og Christian Lamhauge Holst sendi úr høgru upp um málið. Í síðsta minutti var Arnbjørn Hansen spældur púra leysur, men á brotsteigarmarkinum drálaði hann og varð taklaður.

Tað hevur verið óheppið, at tveir føroyskir spælarar longu eru farnir skaddir av vølli. Bogi Løkin loysti Jákup á Borg av í 33. minutti, og Fróði Benjaminsen loysti Mikkjal Thomassen av í 37. minutti.