Tað gongur væl hjá føroyska málverjanum, Margit Fríðmundsdóttir Weihe og liðfeløgum hennara í EH Aalborg í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Í kvøld vann EH Aalborg trettanda dystin á rað í næstbestu deildini.
Hesaferð vann EH Aalborg 26-20 á Søndermarken á útivølli. Í steðginum var EH Aalborg á odda 13-11.
EH Aalborg er fremst í deildini við 26 stigum, fýra stigum fleiri enn Bjerringbro og Holstebro, ið eru nærmastu kappingarneytarnir í uppflytingarstríðnum.
EH Aalborg spælir aftur leygardagin 28. januar, tá tær taka móti Roskilde á heimavølli.