Margretha drotning var áhaldsin og datt niður á knæ, tá hon var á veg út úr dómkirkjuni í Aalborg í dag, har hon hevði verið til bispavígslu. Drotningin skuldi júst seta seg inn í bilin, tá hon brádliga snávaði og datt niður á knæ. Hon var tó skjót aftur á føtur og tóktist ikki fáa mein av tilburðinum.
Kongsgúsið hevur tó ikki sagt nakað um hendingina, ella hvussu drotningin hevur tað.
Margretha drotning hevur vánalig knø orsakað av slitgikt, og hon hevur fingið fleiri skurðviðgerðir fyri knøini.