Maria og Olga Kristina eru við frá fyrsta bríksli

Sammett við liðið, sum hóskvøldið tapti stórt ímóti Spania, eru tvær broytingar á føroyska liðnum, sum fyrireikar seg í Glasgow

Klokkan 19.35 verður fyrsta bríksl á Hampden Park í Glasgow, har Skotland og Føroyar fara at spæla HM undankappingardyst. Setningurin hjá føroyska liðnum er at avrika væl og at røkka frægari úrsliti enn 10-0 tapið ímóti sponsku heimsstjørnunum.

 

Føroyski venjarin Lene Terp hevur gjørt tvær broytingar á liðnum sammett við liðið, sum spældi ímóti Spania.

 

Nýggjar millum tær fyrstu ellivu sammett við hóskvøldið eru Maria á Lakjuni og veteranurin Olga Kristina Hansen.

 

Føroyska liðið sær soleiðis út:

 

Óluva Allansdóttir Joensen - Maria á Lakjuni, Birita Ryan, Rakul Maria Johannesen, Sarita Maria Mittfoss, Ásla Johannesen - Heidi Sevdal, Olga Kristina Hansen, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Julia Naomi Mortensen – Maria Biskopstø

 

Dysturin verður stroymaður á kvf.fo