Marius á føroyska Frigg festivalinum


Marius, sum í løtuni verður mettur sum eitt av mest spennandi føroysku tónleikarunum, verður at hoyra á Frigg Festivalinum í Kongsins Hava í Keypmannahavn í næsta mánað.

 

Saman við sær á pallin, hevur Marius fingið nakrar av Føroya fremstu tónleikarum. Talan er um Heðin Ziska, Mikael Blak, Brand Jacobsen og Sakaris Emil Joensen.

 

Síðani hann lat frá sær fløguna, Recreation, í fjør, ið eisini varð givin út í Týsklandi, hevur Marius verið eitt av høvuðsnøvnunum í føroysku innrásini í Týsklandi, og hann hevur verið tvær ferðir á konsertferð har.

Hann vann eisini FMA virðisløn.  

 

Umframt Recreation, hevur Marius eisini tvær aðrar útgávur á baki. The sky is our home kom í 2005, og Masses, ein EP, kom í 2010.