Marius og Bjarta bestu verjuspælararnir

Eitt av mongu stjørnuskotunum hjá Kyndils-kvinnunum varð fyri løtu síðani kosin sum besti verjuspælarin í landinum

Hjá monnunum er tað ikki fyrsta ferðin, at Marius fær heiðurin sum besti verjuspælarin. Hann hevur í nógv ár verið ein av krumtappunum hjá StÍF, har gott verjuspæl og kvik mótálop hava verið grundarlag undir nógvum góðum sigrum. Hesa ferð vann Marius heiðurin í kapping við Hørður Fannar Sigtórsson hjá Kyndli og Jugoslav Djumic hjá Neistanum.

 

Hjá kvinnunum fall valið á Bjartu Johannesen, hjá Kyndli. Bjarta er ein av fleiri ungum Kyndils-spælarum, sum veruliga hava gjørt vart við seg í vetur, og heitið sum besti verjuspælarin í landinum er eitt stórt herðaklapp í so máta. Tær báðar, sum vóru næstar Bjartu, vóru Nicoleta R. Hansen úr Neistanum og Fríðrun Danielsen úr StÍF.