Marjun Lómaklett prædikar á ólavsøku

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið hevur gudstænastuna á ólavsøku. Í ár er Marjun Lómaklett presturin.

Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.

 

Skrúðgongan er ein rík siðvenja. Myndin er talandi. Tann politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit fólkaræðisliga byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.

 

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið hevur gudstænastuna á ólavsøku. Í ár er Marjun Lómaklett presturin.

 

Marjun varð prestvígd í januar 2002 í Aalborg Dómkirkju, eisini nevnd Budolfi Kirkjan, av tí at hennara fyrsta kall var í Sæby í Norðurjútlandi. Marjun hevur í fleiri ár búð í Katar og Sameindu Arabisku Emiratunum í Miðeystri, har hon virkaði sum óløntur hjálparprestur í Anglikansku kirkjuni og Norsk-Svensku sjómanskirkjuni.

 

Í apríl 2015 tók hon við embætinum sum sóknarprestur í Norðoya Vestara Prestagjaldi við sæti í prestagarðinum á Ziskatrøð í Klaksvík.

 

Í hesum tíðarskeiði hevur Marjun eitt skifti virkað sum integratiónsprestur.

 

Vit ynskja Marjuni gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni ólavsøkudag.