Marknaðardagur í Sjónleikarhúsinum

leygardagin 1. apríl skipar Havnar Sjónleikarfelag fyri marknaðardegi í Sjónleikarhúsinum kl. 10-17

Stórur loppumarknaður verður, har møguleiki er at ogna sær ymsar lutir, t.d. grýtur, vasar, leikur, steintoy, sofaborð, sofur, sengur, lampur, klæðir, bíløt og mangt, mangt annað. Haraftrat er ein rúgva av bókum, sum fáast sera bíliga.

Eitt sindur av timburi at fáa til keyps til tann, ið er fittur í hondunum.

Til tey smáu er fiskibrunnur, har børnini kunnu fiska sær ein pakka.

Stórt tombola við ymsum heimabakstri o.ø. verður eisini á skránni.

Kaffi og temuður verður eisini at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin og vónandi verður undirtøkan stór!