DM í frælsum ítrótti er í hesum døgum, og fyrr í vikuni luttók Marna Egholm á 5.000-metra teininum. Hetta er sama kapping og sami teinur, sum Valborg Heinesen í fjør setti føroyskt met á og somuleiðis rann seg til silvur.
Heimasíðan hjá Frælsum Ítrótti Føroya skrivar, at Marna Egholm kutaði góð fýra sekund av metinum hjá Valborg Heinesen og at nýggja føroyska metið er nú 17.26,13.
Kappingin hesaferð var tó munandi sterkari enn í fjør, og Marna gjørdist nummar sjey. Ein gestarennari var tó við í kappingini, so á pappírinum fekk Marna Egholm 6. plássið í sjálvari DM-kappingini.
Marna Egholm setti fyrr í ár eisini føroyskt met á hálvum marathon. Tað var í kapping í Berlin, har hon kom á mál við tíðini 1 tími, 19 minuttir og 14 sekund.