Hann var føddur í Havn 4. apríl 1933. Astrid, f. Egholm, móðurin, 96 ára gomul, býr á Ellisheiminum, V.U. Hammersheimbsgøtu, pápin, Hjalmar, fiskiskipari av Norðtoftum, doyði í 1942. Trý vóru systkinini, Martin, Sonne og systirin Anna, sum hevur búð í Danmark frá barnaárum.
Aftan á realskúlan fór Martin á skrivstovu á Landssjúkrahúsinum. Í 1952 fór hann til Danmarkar, tók prógv á Niels Brocks Handelsskole, var bókhaldari á Tuborg í nøkur ár, seinni settu Olga og Martin, sum búðu í Virum, búgv yviri við Strond í Havn. Børn teirra eru, Maria og Jógvan Martin, búgva í Danmark.
Martin stovnaði flættivirkið, sum helt til úti í Bakka í Havn í 60-unum, men flutti seinni til Runavíkar. "Netavirkið" í Runavík, sum fyritøkan nú nevndist, var rættuliga framkomið virki og virkaði gørn og nótir til føroyska fiskiflotan. Martin hevði eini 15 fólk í starvi, men hann mátti gevast í ringu nítiárunum.
Annars kann vera nevnt at pápin, Hjalmar Frederiksen, doyði á Sanatoriinum í 1942. Hjalmar, sum var ættaður av Norðtoftum, var fiskiskipari og førdi m.a. Verdandi, sluppin sum annars hvarv við mann og mús undir krígnum.
Tað árið Martin varð føddur, varð Hjalmar fisikikongur. 4. apríl 1933 landaðu teir úti í Nólsoy, meðan teir lógu har, fekk Hjalmar boðini um, at hann hevði fingið ein son.
jl