Martin og Lív eru venjarar á Glyvrum

Kappróðrarfelagið NSÍ hevur sett Martin Venned og Lív M. Venned sum venjarar

Mynd: Kappróðarfelagið NSÍ

Tað er av álvara lív aftur í Kappróðrarfelagnum NSÍ, sum heldur til á Glyvrum.

 

Felagið ætlar í summar at luttaka við fleiri manningum, og sigursvandi Eysturoyingur hevur verið at sæð á fjørðinum, umframt at manningin venur í maskinunum í neystinum. Ætlanin er í summar at bjóða Klaksvíkingi av, og tað verður vónað, at onnur 10-mannafør eisini fara at taka lut. Tað tykist vera góður møguleiki fyri, at Norðingur eisini fer at bjóða seg fram.

 

Í dag boðar Kappróðrarfelagið NSÍ frá, at felagið hevur sett tveir venjarar.

 

Annar er Martin Venned, sum hevur nógvar royndir – bæði sum rógvari og venjari. Hann hevur verið við til at manna eitt nú Eysturoying og Klaksvíking.

 

Hin venjarin er Lív Martinsdóttir Venned. Sum navnið sigur, so er Lív uppvaksin í kappróðrarfamilju. Hon fór í fjør at rógva kapp, og nú verður setningurin hjá henni at taka sær av teimum yngru manningunum, meðan Martin fer at taka sær av meiri tilkomnu manningunum.

 

Mynd: Kappróðarfelagið NSÍ