Ígjár vann Viborg á heimavølli ein sera flottan heimasigur á FCK í donsku superliguni.
Viborg vann dystin 2-1. Alassana Jatta skoraði sigursmálið tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
U21-landsliðsleikarin, Martin Agnarsson var í hópinum hjá Viborg, men hann fekk ikki spælitíð hesaferð.
Martin hevur í fýra av teimum seinastu seks superligu-dystunum hjá Viborg verið við í hópinum, tó uttan at fáa spælitíð.
Viborg hevur ein dyst eftir at leika undan vetrarsteðginum. Hann verður á útivølli móti FC Midtjyllandi, mánakvøldið 4. desember klokkan 18.
Kappingin í superliguni verður tikin uppaftur 18. februar.