Mary krúnprinsessa kom í morgun til Danmarkar eftir at hava verið í Afghanistan og vitjað teir donsku hermenninar har. Hetta er fyrstu ferð, at Mary hevur verið í Afghanistan, og myndugleikarnir hava hildið ferðina loyniliga.
Søren Gade, verjumálaráðharri, og Thor Pedersen, fólkatingsformaður, vóru við krúnprinsessuni á ferðini, og tey vitjaðu hermannalegurnar Camp Bastion, Armadillo og Price.
Fyri einum ári síðani var Fríðrikur krúnprinsur og virjaði teir donsku hermenninar í Afghanistan.