Hennara Kongaliga Hátign Mary Krúnprinsessa verður verji fyri Copenhagen 2021, sum millum annað er ein Worldpride.
Tað er á fyrsta sinni nakrantíð, at ein kongaligur persónur er á odda fyri einum stórum altjóða LGBT–tiltaki, upplýsir Copenhagen 2021.
– Sum dani eri eg errin av, at Keypmannahavn skal vera vertur fyri Worldpride og Eurogames á sumri í 2021. Vit kunnu ikki góðtaka, at nøkur fólk í heiminum kenna ótolsemi og mismun vegna sín seksualitet ella kynssamleika, sigur Mary krúnprinsessa.
Hjá Copenhagen 2021 fegnast Lars Henriksen, talspersónur, fyri, at Mary hevur játtað at vera verji.
##med2##
Søgan hjá LGBT í Keypmannahavn:
• Í 1989 fekk fyrsta samkynda parið pappír upp á hvønn annan á Københavns Rådhus.
• Í 2010 fingu samkynd pør møguleika at ættleiða børn á jøvnum føti við hinskynd.
• Í 2012 var fyrsta samkynda parið vígt í kirkjuni.
• Í 2015 svaraðu 90 prosent av dønum, at samkynd skulu hava somu rættindi sum hinskynd – í ES var miðaltalið 70 prosent.
• í 2019 fær Keypmannahavn ásettan politikk fyri javnviðgerð av LGBTI+ persónum
• Í 2021 er Keypmannahavn vertur fyri WorldPride – har Mary krúnprinsessa verður verji.
/ritzau/