Maskinbrek tarnar siglingini hjá Smyrli

Tí er væntandi, at hann ikki klárar at halda ferðaætlanina

Í løtuni hevur Smyril maskinbrek. Hann hevur fýra motorar, men nú er brek á tí eina motorinum og sostatt siglur hann við bara við trimum motorum í løtuni. Smyril er akkurát komin til Havnar, og nú verður støða tikin til, hvussu farast skal fram í sambandi við umvælingar.

 

Men tað merkir, at vandi er fyri, at onkrir túrar verða avlýstir, í hvussu so er í dag, sigur Strandferðslan, men annars vita tey ikki, hvussu leingi tað varar.