Maskinurnar útloystu meirvirðisgjaldið

- Vit skyldaðu ikki eina krónu í mvg, tá eg varð koyrdur frá sum stjóri fyri Suðurlaks. Men tá maskinur vórðu fluttar út av virkinum, kom krav um meirvirðisgjald. Tað sigur Heri Hjelm, fyrrverandi vinnulívsmaður, sum stendur næstovast á listanum hjá Taks yvir feløg, har neyðugt var at avskriva meirvirðisgjald

- Millum ár og dag hevur alivirksemið hjá okkum í Suðri væl goldið eini 200 milliónir krónur í lønum til starvsfólk. Harafturat kemur alt avleidda virksemið. So eg meti meg absolutt ikki hava verið landskassanum fyri nøkrum missi.
Heri Hjelm er fortørnaður inn á Taks. Pensjóneraði vinnulívsmaðurin í Vági stendur, gjøgnum sína positión sum stjóri fyri Suðurlaks, fyri stívliga 2,2 milliónum krónum, ið landskassin hevur avskrivað í meirvirðisgjaldi. Pengarnir vórðu avskrivaðir í 2006, og er talan um størstu, einstøku upphædd, ið Taks hevur avskrivað í meirvirðisgjaldi síðstu árini. Bara fyrrverandi vinnulívsmaðurin á Strondum, Eivind Jacobsen, hevur gjøgnum síni mongu feløg upparbeitt eitt størri mvg-krav, ið Taks eftirfylgjandi hevur strikað. Innlit, ið Sosialurin hevur fingið, vístir, at samlaða mvg-kravið hjá Taks móti sp/f Suðurlaks var stívliga 1,7 millión, og harafturat kemur so góð hálv millión í rentu. Tilsamans 2,17 milliónir krónur, ið Taks avskrivaði í 2006.
Heri Hjelm hyggur aftur á virksemið, sum í góðu døgunum um aldarskiftið var arbeiðsplássið hjá 200-220 fólkum. Har var smoltstøð, aling, sláturvirki, flakavirki og roykivirki.
- Vit høvdu alla framleiðsluketuna. Frá smolti til lidnu portiónirnar, klárar at koyra í munnin. Fyrsta floks framleiðsla, ið ikki stóð aftanfyri nakað av tí, sum alivinnan klárar at framleiða ídag, greiðir hann frá.
Men hetta var eisini eitt tíðarskeið, sum hevur skrivað seg inn í myrku síðurnar av føroysku alisøguni.
- Vit vóru hart rakt av ILA-sjúkuni. Annars góður laksur í ringunum mátti takast og malast til slógv. Virðini blivur snøgt sagt burtur, og fyritøkan bleiv insolvent, staðfestir Heri Hjelm.

Fallit
Í juni mánað 2003 gekk ikki meira. Bankin slerdi bremsurnar í.
- Føroya Sparikassi yvirtók sláturdeildina á virkinum, og tá helt øll framleiðslan á virkinum uppat, sigur Heri Hjelm.
Spurdur um orsøkina til kravið um húsagang, svarar vinnulívsmaðurin knappur:
- Tað var væl fyri at fáa eitt sindur av sínum pengum innaftur, at Sparikassin steðgaði virkseminum.
Sambært Hera Hjelm var hetta ikki einasta loysnin:
- Vit kundu hildið fram nøkur ár afturat. Smoltstøðin, sláturvirkið og roykivirkið kundu vit saktans hildið fram við, uttan nakað. Men sjálva alingina kláraðu vit ikki at lyfta. Tað hevði kravt eini 30 milliónir krónur í kontantum, og teir pengarnar hevði eg ikki. Men hvat skal man gera við eitt sláturvirki uttan alibrúk, spyr Heri Hjelm ídag.
Hann staðfestir í sama viðfangi, at sjálv grundhugsanin um at hava øll liðini í ketuni, frá smolti til lidnu portiónina, var avgerandi fyri virksemið hjá sær.
Avleiðing bleiv, at vinnulívsmaðurin í juni 2003 varð settur frá allari ávirkan.
- Ja, eg bleiv koyrdur frá sum stjóri, og bankin og bústjóri tóku yvir. Okkurt bleiv selt víðari til aðrar, meðan annað bleiv koyrt í trotabúgv og gjørt upp.

Maskinurnar
Heri Hjelm hevur goymt búroknskapin fyri sp/f Suðurlaks, sum í mars 2004 varð tikið undir trotabúarviðgerð. Skjøl, ið vísa eftirspælið frá einari farnari tíð.
Í skjølunum frá búroknskapinum stendur millum annað, at ”kurator hevur gjørt semju við Pan Fish um leasað amboð til virkið, soleiðis at Pan Fish tók tey amboð, sup sp/f Suðurlaks hevði leasað frá Pan Fish, út úr búnum.” Maskinurnar endaðu aftur í Norra.
- Pan Fish, sum var stórur aktørur í virkinum, hevði brúk fyri maskinunum, tí tey skulu byrja eitt nýtt virki í Norra, sigur Heri Hjelm.
Hesi amboð, maskinur, skuldu sambært Hera Hjelm koma at kosta dýrt, tá avtornaði.
- Á heysti 2003 fekk Toll & Skatt (Taks, red.) at vita, at maskinurnar vóru fluttar út av virkinum. Hesar upplýsingar førdu við sær eitt stórt mvg-krav til felagið, greiður Heri Hjelm frá.
Sambært Hera Hjelm var virðið á maskinunum 14,6 milliónir krónur. Maskinurnar stóðu á virkinum í tvey ár. Tær skuldu avskrivast eftir fimm árum. Men tá maskinurnar vórðu tiknar út av virkinum, fall meirvirðisgjaldið fyri írestandi trý árini til gjaldingar.
- Fyri felagið, ella rættari sagt trotabúgvið, merkti tað eitt mvg-krav uppá góðar tvær milliónir. Eitt krav, ið hevði verið null krónur, um virksemið í felagnum hevði hildið áfram, ljóðar uppáhaldið hjá Hera Hjelm.
Tað, ið tó fellir honum allarmest fyri bróstið, er at mvg-kravið yvirhøvur var har, tá nú talan var um leasaðar maskinum.
- Eg skilji framvegis ikki, hví felagið skuldi rinda mvg av nøkrum, sum vit ikki áttu.
Spurdur, hvat hann gjørdi við tað, ljóðar svarið:
- Nei, eg gjørdi ikki meira við tað tá. Kravið bleiv standandi, tá búgvið varð gjørt upp í 2005. Og eg havi heldur ikki gjørt meira við tað seinni, staðfestir Heri Hjelm.
Tað var sum nevnt Føroya Sparikassi, ið kravdi sp/f Suðurlaks á húsagang. Sambært búroknskapinum var viðgerðin grundað á eitt krav, áljóðandi tvær milliónir krónur. Tá avtornaði átti Toll & Skattstova Føroya (Taks, red.) tó størsta kravið, stívliga 2,5 milliónir krónur. Kravið var, sambært Hera Hjelm, grundað á áðurnevndu maskinur.
Tá alt varð gjørt upp, var dividendan 27,6 prosent. Taks fekk smáar 700.000 krónur aftur.
Úr sínum stóli hevur Heri Hjelm sína fatan av búroknskapinum.
- Har vóru nokk av pengum til. Hevði felagið ikki fingið hatta mvg-kravið, sum eftir mínum tykki ikki var reelt, hevði felagið klárað at gjalda hvørjum sítt. Har vóru eisini pengar til at gjalda kurator 250.000 krónur, umframt mvg, fyri at gera búgvið upp, sigur Heri Hjelm.

Slepti øllum
Nógv er hent í alivinnuni, síðani Heri Hjelm fór burturúr. Síðstu árini hevur alivinnan kastað nógv av sær, og framgongdin í vinnuni hevur verið markant.
- Ja, tað er bara at fegnast um, at tað gongur væl í vinnuni ídag. Men eg hevði eisini mínar góðu løtur, sigur Heri Hjelm.
Hóast tað nú skjótt eru 10 ár síðani, at vinnulívsmaðurin slepti endanum, hevur hann ongantíð av álvara tikið í aftur.
- Nei, eg var liðugur í bransjuni tá, sigur Heri Hjelm, men dregur tó á svarið:
- Eg havi tó søkt um at byrja aftur smoltstøð á sama stað, í Hovi. Tað gjørdi eg, tí eg trúi framvegis uppá, at tað bar til at framleiða smolt betri og bíligari enn onnur kláraðu. Og smoltstøðin stóð jú har, óbrúkt.
Seinasta umsóknin fór avstað í 2010 ella 2011, men svarið var noktandi. Umsóknin fall fyri grundregluni um ein alara til eitt aliøki. Har var onkur frammanundan.
- So í dag er produktiviteturin ikki stórur. Eg røki onkrar ognir og passi seyð, sigur Heri Hjelm, sum er farin um pensjónsaldur.
Hann stendur við listan hjá Taks, har hann sum stjóri fyri sp/f Suðurlaks eigur størstu, einstøku upphædd, ið Taks hevur avskrivað uppá meirvirðisgjald.
- Listin er har, og upphæddin stendur har. Men í mínum føri er tað ein orsøk til upphæddina, og har eri eg ikki samdur við myndugleikarnar, sigur Heri Hjelm.