Massa kom á mál og vann

Eftir á 65 umfør á Circut de Catalunya uttan nakran veruligan avbjóðara koyrdi brasiliumaðurin Felipe Massa sín Ferrari bil fyrstur um málstrikuna. Einasta vandamikla støðan var í fyrsta svingi, tá Fernando Alonso royndi at sleppa framvið honum. Men Massa bakkaði ikki úr nærdystinum, og endin var, at Alonso var trýstur av breytini, og sá Hamilton og Kimi Räikkönen koyra framvið sær.

 

Spanska koyringin var bæði spennandi og hendingarík, og hóast spenningur ongantíð veruliga var um hvør fór at vinna, ella hvør fór at gerast nummar tvey, so vóru nógvir tættir nærdystir longri afturi.

 

Longu í sjálvari byrjanini fekk Trulli trupulleikar, tí var umstartur dømdur, og Trulli mátti byrja úr pittinum. Hansara bilur gav tó upp anda eftir níggju umfør. Á fyrsta umfari, rendi Alexander Wurz ipp í afturpartin av bilinum hjá Ralf Schumacher. Báðir koyrdu beint í pitt, har Wurz gavst. Ralf Schumacher mátti eisini seinni gevast.

 

Räikkönen fekk trupulleikar við hjólfestinum og mátti gevast av triðja plássi eftir 10 umfør. Og soleiðis helt fram.

 

 

Úrslit Bilførari Lið

1 Felipe Massa Ferrari

2 Lewis Hamilton McLaren-Mercedes

3 Fernando Alonso McLaren-Mercedes

4 Robert Kubica BMW

5 David Coulthard Red Bull-Renault

6 Nico Rosberg Williams-Toyota

7 Heikki Kovalainen Renault

8 Takuma Sato Super Aguri-Honda

9 Giancarlo Fisichella Renault

10 Rubens Barrichello Honda

11 Anthony Davidson Super Aguri-Honda

12 Jenson Button Honda

13 Adrian Sutil Spyker-Ferrari

14 Christijan Albers Spyker-Ferrari

 

- Nick Heidfeld BMW

- Ralf Schumacher Toyota

- Vitantonio Liuzzi STR-Ferrari

- Scott Speed STR-Ferrari

- Kimi Räikkönen Ferrari

- Jarno Trulli Toyota

- Mark Webber Red Bull-Renault

- Alexander Wurz Williams-Toyota