Massa útnevnir Milei sum vinnara av vali í Argentina

Tann høgrvíðgongdi Javier Milei tykist gerast næsti forseti í Argentina

 

Sergio Massa viðgongur, at hann hevur tapt valið og útnevnir Javier Milei sum sigursharri á seinna valumfari á forsetavalinum.

Tað skrivar tíðindastovan AFP umleið klokkann 23.15 okkara tíð.

Valnevndin hevur áður upplýst, at tey hava eitt nøkulunda vist úrslit á midnátt okkara tíð.

Valið hevur staðið ímillum pensjónistin og búskaparmálaráðharran Massa og tann høgravenda Milei.

Veljararnir hava tí havt valið ímillum tvey rættiliga ymisk valevni.

Argentina er í løtuni í ringastu búskaparkreppu í fleiri áratíggju. Inflatiónin nærkast 150 prosentum, gjaldoyrað er veikt, og fátækradømið veksur.

/ritzau/