»Matheus effektin« Arbeiðsloysisskipanin

Tíðargrein:

Hin 14. mai 2009 hendi tað sera positiva og gleðiliga, at løgtingið eftir tilráðing frá ALS-stýrinum umsíðir eftir drúgva og áhaldandi ávirkan frá kreftum innan fakfelagsrørsluna samtykti at broyta ALS-lógina (tingmál nr. 179/2008), soleiðis at arbeiðsleys umsíðir fáa eitt gott og virðiligt arbeiðsloysisútgjald.

Samstundis sum ALS-útgjaldið varð hækkað, hendi tað sera óhepna, at inngjaldsloft varð sett inn í ALS-lógina – eitt inngjaldsloft, sum skerjir inntøkusíðuna hjá ALS. Liberalistiskar kreftir í ALS-stýrinum megnaðu at fáa sett hetta inngjaldsloft í ALS-lógina – sagt verður, at inngjaldsloftið í ALS var prísurin hjá liberalistisku kreftunum í ALS-stýrinum (og í løgtinginum) fyri at hækka arbeiðsloysisútgjaldið.

 

Loft á inngjaldið til ALS

Sambært nýggja ALS-inngjaldsloftinum kann inngjaldari/tryggingartakari ongantíð rinda meira enn kr. 6.500 um árið inn í ALS-skipanina. Undir løgtingsviðgerðini av nevnda lógaruppskoti royndu fimm umboð úr Tjóðveldi og eitt umboð úr Miðflokkinum at fáa tikið inngjaldsloftið burtur úr lógaruppskotinum um broyting av ALS lógini, men fekk hetta broytingaruppskot ikki nóg stóra undirtøku í tinginum og fall.

Í gomlu løgtingslógini frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing var í § 9, stk 3, ásett “stýrið kann við kunngerð broyta ta í stk. 1 nevnda ALS gjald, tó ongantíð til hægri enn 2,5% og ikki hægri enn 2,25% frá 1.januar 1998”. Henda áseting hevur óivað við sær, at inngjaldsprosentið kann hækka upp til 2,25%, tá arbeiðsloysið aftur gerst hægri og ALS-kassin harvið fær tørv á konsolidering og meiri eginpeningi.

 

Enn ein skattalætti til høgtlønt

Inngjaldið til ALS er ein lógarásettur skattur, sum borgarar millum 16 og 67 ár skulu gjalda í kassan hjá ALS. At inngjaldsloft nú er sett inn í ALS merkir, at enn ein skattalætta er givin teimum bestløntu í landinum.

Høgtlønt hava seinnu árini fingið stórar skattalættar, meðan láglønt lítlan og ongan skattalætta hava fingið. Nýggja inngjaldsloftið í ALS hevur við sær, at enn ein skattalætti verður latin serstakliga høgtløntum. Hesin skattalætti virkar soleiðis, at jú hægri inntøkan er, jú størri er skattalættin. Vit hava sostatt fingið enn ein ósolidariskan skattalætta, sum arbeiðsloysisskipanin ella føroyska samfelagið ikki hevur ráð til og sum er við til at bróta niður solidaritetin og samanhangsmegina í samfelagnum.

 

Inngjaldsloftið máar fíggjarliga støðið undan ALS-skipanini

Seinnu árini hevur arbeiðsloysið verið sera lágt í Føroyum og inngjaldsprosentið til ALS hevur somuleiðis verið sera lágt, einans 1 % av A-inntøkuni. Hetta hevur havt við sær, at persónur, ið hevur havt háinntøku uppá 800.000 kr. hevur rindað 8.000 kr. inn í ALS-skipanina og persónur, ið hevur havt inntøku uppá 1.000.000 kr. hevur rindað 10.000 kr. inn í ALS-skipanina. Sambært júst samtykta ALS-inngjaldlofti skulu slíkar háinntøkur – við einum inngjaldsprosenti upp á 1% - nú bert gjalda 6.500 kr. inn í skipanina.

 

Gerst neyðugt at hækka inngjaldið til ALS, fer inngjaldsloftið at hava við sær, at nógv minni peningur fer at koma inn í ALS-kassan, enn komið hevði inn sambært gomlu ALS-lógini, har tann einstaki inngjaldarin skuldi gjalda ein ávísan prosentpart av inntøku sínari í ALS-kassan og har onki inngjaldloft fanst í skipanini. Fíggjarliga trygdin undir ALS-skipanini er soleiðis viknað og møguleikin fyri konsolidering av ALS-skipanini er munandi versnað.

 

Hækkan av inngjaldsprosentinum og inngjaldsloftið

Um inngjaldsprosentið aftur verður ásett til 2%, skulu fólk, ið hava inntøku, ið er 325.000 kr. ella lægri árliga - sambært nýggja inngjaldsloftinum - gjalda 2% av inntøkuni í ALS-kassan, meðan fólk, ið hava inntøkur, ið eru hægri enn 325.000 kr. fara at gjalda eitt lægri prosentvíst gjald til ALS-kassan - jú hægri inntøku, jú lægri inngjald.

 

Dømi við 2% í inngjaldi og lógarásettum inngjaldslofti uppá 6.500 kr.:

 

 

Inntøka í kr.

Inngjald í kr. smb.

gomlu lógini

Inngjald í kr. smb.

núgaldandi lóg

Inngjald í %

í mun til inntøku

Skattalætti í kr.

250.000

5.000

5.000

2

0

325.000

6.500

6.500

2

0

350.000

7.000

6.500

1,86

500

450.000

9.000

6.500

1,44

2.500

600.000

12.000

6.500

1,08

5.500

800.000

16.000

6.500

0,81

9.500

1.000.000

20.000

6.500

0,65

13.500

1.500.000

30.000

6.500

0,43

23.500

2.000.000

40.000

6.500

0,33

33.500

 

 

Hetta ósolidariska inngjaldsloft, ið nú er sett í ALS-lógina, fer við øðrum orðum at hava við sær, at ALS-skipanin so við og við verður útholað og fíggjarliga trygdin verður máað undan skipanini.

 

 

 

“Matheus effektin” og liberalisman

 

Inngjaldsloftið í ALS er ein mynd av baksíðuni á liberalistiskum samfeløgum, eisini tí føroyska, har “Matheus-effektin” (tey, ið hava, teimum skal verða givið) hevur ræðið. Liberalistiskar kreftir í ALS-stýrinum og í løgtinginum hava enn einaferð borið so í bandi, at fólk við háinntøkum enn einaferð hava fingið meira í sín part.

 

Breiðastu herðarnir og lættastu byrðurnar

 

Skulu við varðveita eitt vælferðarsamfelag fyri øll, er neyðugt at tryggja, at breiðastu herðarnir mugu bera tyngstu byrðurnar og ikki alsamt lættari byrður – hetta eisini, tá umræður lógarkravda arbeiðsloysistrygging.

 

Megna vit ikki at halda fast um prinsippið, at breiðastu herðarnir mugu bera tyngstu byrðurnar, er stórur vandi fyri, at føroyska samfelagið so líðandi verður amerikaniserað og vit fáa einstaklinga fíggjaða vælferð, har munurin millum rík og fátøk alsamt veksur - meðan samhaldfasta vælferðin/vælferð fyri øll fer fyri bakka. Vinnur “Matheus effektin” og liberalistiska rákið í føroyska samfelagnum, er stórur vandi fyri, at láglønarbólkar, so sum tímalønt verkafólk, arbeiðsleys, fólkapensjónistar og lægstu fyritíðarpensjónistar, ið bert hava pensjón at liva av - í framtíðini - fara at liva í fátækradømi.

 

 

Ingrid S. Henriksen

fyrrverandi varalimur í stýrinum hjá ALS