Matiné í Christianskirkjuni leygardagin

30. septembur 2023 kl 11.30

 

Eysturoyar Strúki-Trio er myndað av Moniku Stauss Joensen og Jonu Højgaard á viola og Tóri Restorff Jacobsen á cello.

Strúki-Trioin fer at framføra eina matiné í Christianskirkjuni í Klaksvík leygardagin tann 30. septembur kl. 11.30. 

Monika, Jona og Tóri eru kend andlit í klassiska, føroyska tónleikaumhvørvinum, eitt nú frá Føroya Symfoniorkestri, Musikkskúlanum og mongum øðrum. 

Á sumri 2022 fóru tey at venja saman sum Trio, og tann fyrsta konsert bleiv framførd í forhøllini á Landskjúkrahúsinum í Havn í ár. Nú eru tey byrjað við framførslum aðra staðni runt í landinum.

Til Matinéina í Christianskirkjuni tann 30. Septembur, verður Trio no 1 í G-dur eftir Ludwig van Beethoven framførd. 

Konsertin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Konsertin er stuðla av konsertfelagnum.