Mátti til løgregluna eftir lyklunum

– Gáloysin bilførari fekk esini eina bót við sær heim aftur

Í gjár kom løgreglan fram á ein bil, sum stóð so rættiliga illa parkeraður, at tey fóru at kanna málið nærri. Men tá ið løgreglan hugdi inn í bilin, stóðu lyklarnar í, so løgreglan gjørdi ikki mætari enn at taka lyklarnar og læsa bilin.

 

Tey løgdu eini boð til eigaran um, at hann kundi koma á løgreglustøðin eftir lyklunum. Eitt sindur seinni koma bilførarin so á støðina eftir lyklunum og har fekk hann teir aftur.  Men lyklarnir vóru ikki tað einasta, hann fekk, tí  hann fekk nevniliga eisini eina bót við sær fyri at hava latið lyklarnar staðið í bilinum. Bótin er 1.000 krónur.

 

Bilførarin hevur skyldu til at tryggja bilin, tá ið hann setir hann frá sær og tí er tað ólógligt at lata lyklarnar liggja í bilinum. Liggja lyklarnir í, og bilurin verður stolin og tað stendst skaði av, er tað ein spurningur um tryggingin tekur við.