Máttu bjarga fýra útlendskum ferðafólkum úr fjøllunum

Tvær ferðir máttu boð sendast eftir tyrluni at bjarga teimum á sjúkrahús

Kallurin er eitt av okkara fremstu ferðamálum og har um vegir komu fólk illa fyri - tvær ferðir

Tað eru rættiliga nógv útlendsk ferðafólk í Føroyum í hesum døgum, og tað fremsta endamálið hjá teimum allarflestu er at uppliva føroysku náttúruna.

 

Sostatt eru nógv fólk í fjøllunum, men tað er ikki altíð, at tað gongur sum ætlað. Løgreglan sigur, at bara hesa vikuna er tað hent heilar fýra ferðir, at útlendsk ferðafólk eru komin illa fyri í fjøllunum og hava havt brúk fyri hjálp.

 

Í hvørjum einstøkum føri hevur sjúkraflutningstænastan fingið boðini og tey hava so syrgt fyri at bjarga teimum oman úr fjøllunum og á sjúkrahús.

 

Tvær ferðir hesa vikuna, hava útlendsk ferðafólk verið áhaldsin á Kallinum, ella har um vegir, og hava brotið beinið. Eitt útlendskt ferðafólk kom illa fyri oman fyri Norðradal og breyt beinið og eitt útlendskt ferðafólk var áhaldsið og fekk skaða í armin úti í Nólsoy.

 

Í tveimum førum var neyðugt at senda boð eftir tyrluni at bjarga teimum úr fjøllunum aftur.

 

Kallurin er eitt av okkara fremstu ferðamálum og har um vegir komu fólk illa fyri - tvær ferðir