Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina ?Maturin? eftir Sigrid Dalsgaard. Hetta er ein bók, ið veitir okkum grundleggjandi vitan um matvørurnar. Bókin er býtt sundur, so at hon gevur innlit í føðsluvirði, mattøkniligar eginleikar, hagreiðing, goymslu og haldgóðsku.
Tað hendir so nógv á matvøruøkinum, at neyðugt er at fylgja við. Í bókini verður greitt frá um føðsluevnini, tann týdning, tey hava fyri okkum, og í hvørjum vørum tey eru. Gjølla verður sagt frá vanligastu matvørunum á okkara leiðum, um framleiðslu, bygnað, útsjónd, keyp, hagreiðing og goymslu. Evnini í Bjargafugl og Grind - tvøst og spik hevur Valborg Rasmussen, lærari, skrivað. Nógvar frágreiðandi, svart/hvítar myndir eru, ið gera tað hugaligari at lesa. Anni Arge Lamhauge hevur teknað.
?Maturin? er fyrst og fremst ætlað at vera lærubók í heimkunnleika í teimum eldru flokkunum í fólkaskúlanum, men kann harumframt verða brúkt í undirvísing á øðrum skúlastigum, t.d. í húsarhaldsskúla og í kvøldskúla. Gamalt hevur verið hjá okkum: ?Fyrst er gesti mat at geva, síðani tíðindi at spyrja?. Her kunnu onnur við, sum hava hug at vita meira um matvørur, vit brúka í dagliga húsarhaldinum fáa gagn av bókini.
Bókin er 63 blaðsíður við hópin av myndum og fæst í bókabúðunum fyri 98,- kr.