Parið Jeffrey Epstein og Chislaine Maxwell. Hon er dømd fyri at hjálpa honum at misnýta smágentur kynsliga. Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Maxwell dømd 20 ára fongsul í Epstein-málinum

Sambært Reuters er Chislaine Maxwell dømd 20 ár í fongsul fyri at hava hjálpt ríkmanninum Jeffrey Epstein við at misnýta gentur undir lógaraldur.

 

Parið Jeffrey Epstein og Chislaine Maxwell. Hon er dømd fyri at hjálpa honum at misnýta smágentur kynsliga. Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Chislaine Maxwell er 60 ára gomul, og ákærumyndugleikin kravdi fongsul í millum 30 og 55 ár.

Verjar hennara hava mælt til, at tað verður tikið atlit til, at hon hevur havt ein traumatiskan barndóm, tá revsingin verður ásett.

Teir hava eisini víst á, at Chislaine Maxwell kann verða dømd órímliga hart, tí høvuðspersónurin í álinum, Jeffrey Epstein, er deyður og ikki kann revsast.

Chislaine Maxwell er útbúgving á Oxford Universitet og dóttir miðlabarónin Robert Maxwell. hon var í fjør funnin sek í fimm av seks ákærupnktum.

Hon var millum annað funnin sek í at hava funnið og manipulerað fýra ungar gentur til at hava kynsligt samband við Jeffrey Epstein, sum var unnusti hennara. Tað var í tíðarskeiðnum millum 1994 og 2004.

Jeffrey Epstein, sum Maxwell er dømd fyri at hjálpa við at útvega ungar gentur, sum hann kundi misnýta, doyði fyri egnari hond í 2019. Tað var í einum fongsulskliva á Mannhattan í New York. Hann var tá 66 ára gamal.

 

Parið Jeffrey Epstein og Chislaine Maxwell. Hon er dømd fyri at hjálpa honum at misnýta smágentur kynsliga. Handout/AFP/Ritzau Scanpix