Mbappé í øðini inn á Giroud

EM 2020: Tað er órógv í hópinum hjá Fraklandi undan EM-endaspælinum

Í morgin byrjar EM 2020-endaspælið, sum verður í 11 býum kring Evropa. Favorittarnir á pappírinum eru Frakland, men tað er ikki ókent, at fraklendingar ikki finna so væl útav tí saman til endaspølini.

 

Til HM í 2018 gekk tó væl, tí Frakland er verandi heimsmeistari. Nú er eitt nýtt endaspæl fyri framman og franskir miðlar skrivar, at tað er órógv í hópinum. Orsøkin er ein útsøgn frá áleyparanum hjá Chelsea, Oliver Giroud, sum heldur fyri at hann ikki fekk bóltin nóg oftani í dystinum móti Bulgaria týsdagin, sjálvt um hann skoraði tvær ferðir.

 

– Onkuntíð gert tú renningarnar, men bólturin kemur ikki. Kanska vit kundu havt funnið hvønn annan betri, segði Oliver Giroud eftir 3-0 sigurin á Bulgaria.

 

Hetta skal hava fingið øði í landsmannin og áleyparin hjá Paris Saint Germain, Kylian Mbappé. Franskir miðlar skriva, at hann var so óður, at hann ætlaði at hava sín egna tíðindafund eftir dystin.

 

Didier Deschamps, franskur landsliðsvenjari, helt fyri, at tað er ikki óvanligt, at ein áleypari ikki heldur seg fáa bóltin nóg oftani. Tí var hetta ikki nøkur stór søgu og niðurspælir órógvi í hópinum.

 

Frakland er í bólki F saman við Týsklandi, Ungarn og Portugal.