Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen spældu í dag á útivølli móti Moss í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Tá bert átta minuttir vóru leiktir fekk Mjøndalen málverjan, Thomas Kinn útvístan fyri at taka bóltin uttanfyri brotsteigin.
Sostatt máttu Meinhard og liðfelagarnir stríðast nærum ein heilan dyst við 10 móti 11 leikarum.
Leingi sá tað út til at fara at bera heim hjá Mjøndalen, men tá klokkan vísti 80 minuttir fekk Moss brotsspark. Moss tók av og skoraði sigursmálið til 1-0.
Mjøndalen er fimtaftast í deildini við 21 stigum. Teir eru fýra stig frammanfyri Start Kristiansand, ið er næstaftast í deildini við 17 stigum.
Gullbrandur Øregaard var heldur ikki partur av hópinum hjá Sandnes ULF, ið aftur tapti í dag. Í dag tapti Sandnes 0-2 (0-0) fyri Vålerenga á heimavølli.
Sandnes er aftast í deildini við 13 stigum.
Meinhard og Gullbrandur kunnu nú komandi dagarnar hugsavna seg um uppgávurnar við A-landsliðnum í Nations League og U21-landsliðnum í EM-undankappingini.