Meinhard og Mjøndalen eru dotnir niður á 10. plássið

Hetta gjørdist ikki ein góður føroyinga-dagur í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Meinhard E. Olsen var skiftur út í steðginum, tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen taptu stórt 0-4 fyri Sogndal á heimavølli. Støðan var tó bert 0-1 tá Meinhard fór av vøllinum.

 

Mjøndalen hevur nú tapt fýra dystir á rað, og eru nú dotnir niður á 10. plássið har teir hava 27 stig. Fimm stig eru upp til sætta plássið, ið gevur rætt til at spæla Play Off dystir um uppflyting við kappingarenda.

 

Gullbrandur Øregaard slapp ikki á vøllin, tá Sandnes ULF tapti 2-3 fyri Oslo KFUM á útivølli. Sandnes er triðfremst í deildini við 36 stigum, tvey stig aftanfyri Ranheim sum hevur 38 stig. Brann Bergen er langt fremst við 54 stigum. 

 

Rógvi Baldvinsson var uttanfyri við skaða, tá Bryne vann ein kærkomnan 2-1 sigur á heimavølli á botnliðnum Grorud. 

 

Bryne er fjórðaftast við 19 stigum. Teir hava seks stig niður til niðurflytingarstrikuna.