Meinhard: Ótrúliga gott at síggja bóltin fara inn

(FM1) Hoyr Trónd Arge og Teit Joensen siga frá málinum hjá Meinhardi E. Olsen, og hoyr Meinhard fegnast um málið

##med2##

Sjeynda kappingardystin á rað fingu Føroyar stig, hesaferð takkað verið Meinhardi E. Olsen sum var føroyskur bjargingarmaður niðri í Moldova.

Moldova - Føroyar 1-1 (1-0)

1-0: Ion Nicolaescu 9.

1-1: Meinhard E. Olsen 83.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr studiofrásøgnina hjá frásøgumanninum, Tróndi Arge og viðmerkjaranum, Teiti Joensen á FM1 av útjavnandi málinum hjá Meinhardi E. Olsen.

2) Hoyr telefonsamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Meinhard E. Olsen aftaná dystin: - Tað var ótrúliga gott at síggja handan bóltin fara inn, segði ein fegin Meinhard, ið segði seg síggja ein góðan møguleika at skjóta í støðuni hann var komin í inni í brotsteiginum hjá Moldova. Sera markerandi feiringina av málinum sum vísti, at ein nýføðingur er á veg var nakað Meinhard E. Olsen hevði avtalað við unnustuna hjá sær. Meinhard E. Olsen heldur, at Føroyar vóru greitt tað betra liðið í seinna hálvleiki.  

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við venjararnar, Håkan Ericson og Eli Hentze. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan, Hallur Hansson og veteranmálverjan, Gunnar Nielsen.

 

(Hoyr Trónd Arge siga frá útjavnandi málinum hjá Meinhardi E. Olsen. Teitur Joensen var viðmerkjari. Hoyr eisini samrøðu við málskjúttan)