VIDEO: Meinhard vann á Rógva - Mjøndalen er nýtt oddalið

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Mjøndalen-Bryne 2-1 (0-0)

Í kvøld var føroyingauppgerð millum liðið hjá Meinhardi E. Olsen, Mjøndalen og liðið hjá Rógva Baldvinsson, Bryne í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Heimaliðið, Mjøndalen vann 2-1 og er nú nú á odda í deildini við 13 stigum. Mjøndalen hevur fýra sigrar og ein javnleik í fimm teimum fyrstu dystunum. Bryne hevur enn ikki vunnið somikið sum eitt stig í kappingini.

 

Meinhard E. Olsen spældi allan dystin fyri Mjøndalen. Rógvi Baldvinsson var skiftur út tá 67 minuttir vóru spældir av dystinum.

 

Oliver Rotihaug legði Bryne á odda tá 68 minuttir vóru farnir. Joachim Solberg javnaði fyri Mjøndalen tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat skoraði Brinder Singh sigursmálið fyri Mjøndalen.

 

Sunnudagin 8. mai spælir Mjøndalen útidyst móti Skeid. Dagin eftir spælir Bryne á útivølli móti Raufoss.

 

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Mjøndalen og Bryne: 

 

##med2##