Náttúra
Tá ið Sosialurin var við Biofarinum á Fuglafirði fyri 2-3 vikum síðani, har fólk hjá Havlívfrøðiligu Royndarstøðini í Kaldbak kannaðu botnviðurskiftini á fjørðinum, fingu vit onkra kúskel upp við grabbanum.
Kúfiskur er vanlig skel undir Føroyum, men tað man vera fáur, sum veit, hvussu gomul henda skel verður.
200 ára gomul
Tá ið eg og myndamaðurin vóru komin uppá bryggjuna at standa eftir ein frálíkan túr í besta veðri, tók Jan Sørensen, leiðari á Biofar, eina kúskel upp í hondina.
- Henda skelin livir ógvuliga leingi; hon kann nevniliga gerast meira enn 200 ára gomul, sigur hann.
At tað skula ávísir eginleikar til, at nakað livandi kann gerast so aldrandi, er eyðsæð.
- Kúskel er ógvuliga sterk, helst tann sterkasta á havbotninum, og hon klárar seg undir ringum umstøðum. Gerast liviumstøðurnar vánaligar við lítlari ella ongari føði, broytir hon stoffskiftið, so hon yvirlivir.
Jan sigur, at í Norðsjónum er vanligt at síggja kúskel, sum er meinslað av trolreiðskapi.
- Skelin liggur í sandtilfarinum við ovasta partinum undan og tekur føði til sín.
Kann etast
Leiðarin á Biofar sigur, at kúfiskur kann etast, eins og kræklingur og øða, men sum skilst, er henda skelin ikki so nógv eftirspurd.
Nú Biofarið kannaði botnviðurskiftini á Fuglafirði fyri dálking, spurdu vit Jan Sørensen og Guttorm Djurhuus, sum eisini var við hendan dagin, um teir høvdu etið kúfisk av Fuglafirði.
Báðir vóru samdir um, at tað høvdu teir gjørt ? uttan nakað himpr.
Jan sigur, at kúskel verður umleið 8-10 cm. í tvørmát.
- Er høg fjøra, sært tú eitt nú krækling og øðu fjarða uppi, men kúskel heldur vanliga til eitt sindur longur úti á. Hon finst tó bæði innari og eisini úti á djúpari sjógvi.
Hann vísir á, at eins og vanligt er at brúka krækling og øðu til agn, hevur eisini verið dreggjað eftir kúskel til agn.
Meldar pass
Spurdur, nær ein kúfiskur, sum verður yvir 200 ára gamal, gerst kynsbúgvin, meldar Jan Sørensen pass.
- Nei, tað veit eg ikki sum er, men tað veit onkur annar.
Sosialurin helt, at tað kundi verið áhugavert at fingið tað við í henda greinastubban, um kúskel nú kanska ikki verður kynsbúgvin, fyrr enn hon er 100 ára gomul, tá ið hon kortini livir í meira enn 200 ár!
Men tað fingu vit so ikki Jan at siga okkum.