Meira um vaktarskipið

Tað er rætt at byggja nýtt vaktarskip - men tað eigur ikki at verða hetta vaktarskipið. ? Talan er um eitt luksusskip, sum er alt ov dýrt, sigur Kjartan Joensen, reiðari í Leirvík, sum eisini heldur, at skipið eigur at verða bygt í Føroyum

Tað var áhugavert, og eisini sera viðkomandi fyri allar føroyingar at lurta eftir 5?aranum mikudagin. Talan er um at byggja; og um hvar vit skulu byggja nýtt vaktarskip.

Eg eri samdur í at rætt er at byggja nýtt vaktarskip; men eg eri ikki samdur í, at skipið endilig skal byggjast so stórt, sum her er talan um. Operatiónsøkið hjá skipinum er á nærleiðum - rundan um Føroyar - og arbeiðsuppgávan er og verður framyvir fyrst og fremst at veita hjálp til smærri fiskifør og at hava eftirlit á sjóøkinum.

Í uppskotinum um nýtt skip sær tað út sum at - eg havi hug at siga nakrir dreingir - sita og ynskja sær eitt skip; eitt luksusskip - men sum teir ikki skulu gjalda sjálvir. Jú, sjálvandi skulu vit hava eitt skip, sum er nógv betur og størri enn okkara Tjaldur, sum annars hevur røkt sína uppgávu sera, sera væl. Men harfrá og so til næstan einki mark at seta sær - tað eru 80?ini umaftur.

Vit skulu hava í huga, hvussu nógv tøknin er framkomin, og at hon ikki er steðgað. Eftirlit við skipum kemur minni og minni at vera frá skipi, og meir og meir at vera yvir satelitt. Langfaraskipini vera skjótt øll eftiransað frá eini satelittskipan. Bert fyri at nevna eitt dømi, so kann eg í dag fara inn á V&B og síggja, hvar okkara skip eru stødd vesturi í havinum. Vit síggja knøttstøðu, vit síggja hvønn veg tað vendir, og vit síggja, hvussu skjótt tað flytir seg, og er nakað ivasamt, so kann V&B siga: hov, hov, um teir halda tað vera neyðugt. Og henda útgerð kostar næstan einki; eg havi ómakað mær at fingið prísin fyri útgerðina pr. í dag - í alt kr 28.000 - um fimm ár kostar hon kanska bert kr 2.800 og verður at finna umborð á øllum skipum, eisini í heimasjógvi.

Men fyri at koma aftur til tað, sum eg byrjaði við, so vil eg enn einaferð siga: Tað er rætt at byggja nýtt skip, men tað eigur ikki at vera hetta skipið, sum talan er um í løtuni. Vit kunnu fáa eitt minst líka funktiónsdygtugt skip fyri einar 30-40 mió. Í minnikostnað; eitt skip, sum vit blíva glað fyri, og har vit kunnu siga: Hetta er bygt við ábyrgd mótvegis skattgjaldarans peningi.

Skipið eigur at verða bygt í Føroyum, tí tað kunnu vit gera eins bíligt og eins væl og grannalond okkara.


Kjartan Joensen