Nú skal inngjaldið til ALS lækkast, og samstundis skal útgjaldið til arbeiðsleys hækkast.
Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum.
Hann sigur, at Arbeiðsloysisskipanin er so væl bjálvað nú, at tað er ráðiligt at lækka inngjaldið og at hækka útgjaldið.
Og tí fer hann nú at seta eina kunngerð í gildi sum lækkar inngjaldið til ALS úr 1,25 prosent niður í eitt prosent, ella 0,25 prosent. Og hetta verður galdandi fyri bæði løntakarar og arbeiðsgevarar.
– Fíggjarstøðan hjá ALS er nú so góð, at tað ber til at standa ímóti einari búskaparligari afturgongd, og tí er ráðiligt at lækka inngjaldið, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.
Við árslok 2019 var eginognin hjá ALS umleið 910 milliónir krónur.
Samstundis er ætlanin at bøta um støðuna hjá teimum, sum eru arbeiðsleys.
Tí skal arbeiðsloysisstuðulin hækkast fimm prosent og sostatt fer stuðulin úr 75 prosentum upp í 80 prosent av lønini ein fekk, tá ið ein var í arbeiði.
Sum støðan er nú, kann eingin fáa meiri enn 17.500 krónur í arbeiðsloysistuðuli um mánaðin, men tað verður nú hækkað 1.000 krónur, ella upp í 18.500 krónur um mánaðin.
Og tað fer Helgi Abrahamsen nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um. Hann leggur afturat, at broytingarnar verða gjørdar eftir tilmæli frá stýrinum fyri ALS.