Meiri skattur í Sandoy

Í teimum fýra komm­un­u­num í Sandoy var skatt­a­inn­tøk­an fyrstu ellivu mán­að­ir­nar í ár eina mill­i­ón meiri, enn hon var tað sama tíðarskeið í fjør. Skatt­a­inn­tøk­an er størri í ár í øllum komm­ununum uttan í Húsa­víkar kommunu, har hon er minni, enn hon var tað í fjør.

Størsti vøksturin bæði í krón­um og lutfalsliga er á Sandi. Har øktist skatta­inn­tøkan fyrstu ell­ivu mán­að­ir­nar í ár við 5,83 prosentum ella 690.787 krónum. Í ár var skatt­a­inn­tøk­an fyrstu ellivu mán­að­irnar 12,53 milliónir krón­ur, meðan hon í fjør var 11,54 milliónir krónur.
Í Skopun vaks skatta­inn­tøk­an fyrstu ellivu mán­að­ir­nar sammett við í fjør við 4,09 prosentum ella 436.091 krón­um. Í ár var hon 11,09 milli­ónir, meðan hon í fjør var 10,65 milliónir krónur.
Í Skálavík vaks skatta­inn­tøk­an við 4,26 pro­sent­um, sum svarar til 157.177 krón­ur. Í ár var hon 3,85 mill­i­ónir krónur, meðan hon í fjør var 3,68 milliónir krón­ur.
Í Húsavíkar kommunu, sum fevnir um Húsavík og Dal, mink­aði skattainntøkan fyrstu ellivu mánaðirnar við 9,05 pro­sent­um ella 270.619 krón­um. Í ár var inntøkan 2,72 mill­iónir krónur, meðan hon í fjør var 2,99 milliónir krón­ur.
Í Skúvoy hilnaðist skatt­a­inn­tøk­an ikki so væl fyrstu ellivu mánaðirnar í ár, sum hon gjørdi tað í fjør. Inn­tøkan í ár var 38.259 krón­ur minni. Tað svarar til eina afturgongd upp á 4,38 prosent. Inntøkan frá jan­uar og til november í ár var 836.035 krónur. Í fjør var hon 874.294 krónur.