Siðseminevnd
Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur nú valt nýggja vísindaliga siðseminevnd, sum skal virka í hesum valskeiðnum.
Og ikki slepst undan, at hann skar djúpt, nú hann valdi nevnmdina av nýggum .
Siðseminevndin skal veljast eftir hvørt løgtingsval og nú hevur landsstýrismaðurin gjørt av, hvør skal manna nýggju nevndina.
Tað eru sjey limir í nevndini. Tríggir skulu veljast eftir tilmæli frá Læknafelag Føroya, men hinar fýra limirnar velur landsstýrismaðurin sjálvur.
Teir tríggir nevndarlimirnir, sum Lækanfelagið valdi í nevndina, eru Høgni Djurhuus, Annika Olsen og Eliesar Olsen, sum øll eru læknar.
Hesi trý sótu eisini í gomlu nevndini, sum nú fer frá.
Men Landsstýrismaðurin brúkti fult út hetta høvi, sum hann fekk at velja fýra limir í nevndina, tí hann setti fýra heilt nýggj fólk í nevndina.
Hinir fýra nevndarlimirnir eru:
Anne-Lene Olofson, lektari úr Klaksvík,
Eydna Háberg, sjúkrasystir úr Havn,
Dánjal á Dul Jacobsen, fyristøðumaður úr Havn
Jens Vang, løgfrøðingur úr Havn.
Varalimirnir eru Marius Rasmussen, yvirlækni, sum Læknafelag Føroya hevur valt og sum eisini er afturvaldur. Hinir báðir nevndarlimirnir eru Sverri Steinhólm, prestur og Richardt Schwartson, apotekari, sum báðir eru nývaldir.
Sostatt eru allir limirnir nývaldir í nevndina, uttan teir tríggir, sum Læknafelagið hevur valt.
Umframt teir tríggjar limirnar hjá Læknafelagnum, sótu hesi fýra í nevndini:
Sonja Klein, prestur,
Jalgrim Hilduberg, løgfrøðingur,
Dorete Bloch - fil.dr.,
Richardt Schwartson, farmaseutur
Og varalimirnir vóru Marius Rasmussen, yvirlækni, sum Læknafelag Føroya valdi, umframt Uni Næs, prestur og Bergtóra Hanusardóttir, sertannlækni.
Hevur ikki skipað seg enn
Nývalda siðseminevndin hevur ikki skipað seg enn.
Høgni Djurhuus, sum er formaður í fráfarandi nevndini, sigur, at tað er ikki heit greitt, hvør skal kalla inn til fyrsta fundin, har nevndin skal skipa seg, um tað er formaðurin í fráfarnadi nevndini, ella um um tað er landsstýrismaðurin sjálvur.
Hann segði, at hann var í ferð við at kanna málið og tá ið tað var avgreitt, verður nevndin kallað saman so skjótt sum gjørligt.
Les eisini greinina ? Bill hevur valt fólk, sum hann hevur álit á?.