Fótbóltur
Manchester United var í stórum trupulleikum á heimavølli móti FC Porto, tá fjórðingsfinala í Champions League var á skránni í gjárkvøldið.
Porto kom á odda longu eftir fýra minuttum, og hóast Rooney javnaði fyri verjandi meistararnar eftir risa verjukiks, sat Porto á tí mesta fyri steðgin.
Eftir steðgin gekk meira javnt á, og heimaliðið tóktist nær sigrinum, tá Tevez skoraði til 2-1 fimm minuttir undan leikloki. Men Porto fekk seinasta orðið, tá Gonzalez stóð leysur eftir lítið sannførandi verjuspæl. Og tí stendur Porto við nógv betra útgangsstøðinum undan seinnu hálvfinaluni, sum verður spæld um eina viku.
Í Villarreal var Arsenal undir stórum trýsti. Fyrst kom heimaliðið á odda, og tá bæði Almunia og Gallas noyddust skaddir av vøllinum, stóð nógv á yngru spælarunum á liðnum. Tað eydnaðist tó at vinna sær ein 1-1 javnleik við einum framúr máli frá Adebayor, og so er London-liðið helst væl nøgt undan returuppgerðini.
Manchester United-FC Porto 2-2 (1-1)
0-1: Cristian Rodriguez, 4.
1-1: Wayne Rooney, 15.
2-1: Carlos Tevez, 85.
2-2: Manuel Nicolas Gonzalez, 89.
Villarreal-Arsenal 1-1 (1-0)
1-0: Marcos Senna, 10.
1-1: Emmanuel Adebayor, 66.