Hervilig melduródn hevur rakt India

1,1 miljón fólk eru higartil flutt burtur úr harðast raktu økjunum í eystara parti av India.

 

 

 

Í morgun hevur ein hervilig melduródn - rópt Yaas - rakt eysturstrondina á India, og fyribils eru 1,1 miljón fólk flutt burtur úr harðast raktu økjunum.

 

Tað er bara ein vika síðan, at ein onnur melduródn rakti vesturstrondina á India, og tá lótu 140 fólk lív.

 

Tíðindastovan AP ber tíðindini um melduródnina í morgun, og tað eru eisini fleiri aðrar tíðindastovur, sum bera hesi tíðindi.

 

Sagt verður, at bjargingarlið arbeiða av øllum alvi fyri at bera boðini um, at fólk noyðast at flyta úr teimum økjum, sum eru harðast rakt, og tað eru serliga íbúðarøki. 

 

Talan er serliga um fólk í íbúðarøkjum, sum liggja í lágum lendi.

 

Sambært veðurfrøðingum í India er melduródnin ógvuslig, og vindferðin liggur millum 36 og 39 metrar um sekundið - og í hvirlum upp í 43 metrar um sekundið, veit tíðindastovan NTB at siga.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Tað eru serliga fólk, sum búgva í lágum lendi, sum eru flutt burtur undan melduródnini.