– Men fegnast um, at Vestmanna og Vágar hava fingið sín ríkiliga part í menningarkvotunum
Tað sigur Bárður Nielsen, løgtingsmaður, sum er formaður Sambandsfloksins, og sum eisini er vestmenningur.
Tað var í gjár, at kunngjørt varð, hvørji tey 9 eru, sum fingu lut í menningarkvotunum. Størsti parturin fór til Vestmanna Fiskavirki, sum fær 12.970 tons av svartkjafti, 2.002 tons av makreli og 1.593 tons av sild í 4 ár.
Bárður Nielsen sigur, at hetta fer heilt víst at merkjast í økinum við meiri virksemi og vónandi eisini við meira avleiddum virksemi eisini.
Men hann sigur, at mátin minnir um tað sum hendi við skipapakkanum í 80'unum og ráðfiskabýtinum, sum gjørdi av við fleiri samgongur tíðiliga í 90'unum.
– So eg veit ikki, um mær dámar mátan. Men tað at man fær tað í vesturøkið, tað er sjálvandi gleðiligt, og eg fegnist saman við teimum, sum nú hava nýggja møguleikar at menna seg, sigur Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu, sum FM 1 gjørdi við Bárð Nielsen.