Mennirnir hjá Mikkjali javnaðu langt inni í yvirtíðini

Fredrikstad hevur framvegis ikki tapt aftaná 11 teir fyrstu dystirnar í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Mikkjal Thomassen, Jóannes Bjartalíð og Brandur H. Olsen hava framvegis ikki roynt at tapt ein dyst í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Jóannes Bjartalíð spældi allan dystin, og Brandur H. Olsen var skiftur inn tá ein hálvur tími var farin av útidystinum móti Raufoss, ið endaði við javnleiki 1-1. Talan er um sjeynda javnleikin hjá Fredrikstad hetta kappingarárið.

 

Leingi sá tað út til, at Fredrikstad fór at tapa 0-1. Men langt inni í yvirtíðini javnaði svenski Lucas Lima fyri Fredrikstad.

 

Fredrikstad er fjórðfremst við 19 stigum fyri 11 dystir. Bert tvey stig eru upp til oddaliðið, Kongsvinger, ið hevur 21 stig.

 

Rógvi Baldvinsson fekk 80 minuttir á vøllinum, og Noah Mneney fekk seinasta korterið á vøllinum, tá teir og liðfelagarnir í Bryne taptu 0-2 fyri Skeid Oslo, ið var á odda 2-0 í steðginum.

 

Bryne er triðaftast í deildini við 10 stigum.

 

Gullbrandur Øregaard slapp ikki á vøllin fyri Sandnes ULF, ið tapti 2-3 (2-2) fyri Jerv á heimavølli.

 

Sandnes ULF er nummar 11 í deildini við 13 stigum.