Freistin at søkja Starvsløn ella Íverksetanarstudning er 15. desember 2025
Starvslønir til listaligt og mentanarligt arbeiði í 2026
Mentanargrunnur Landsins kann lata umsøkjarum starvslønir við støði í listaligum og fakligum metingum av verkevni ella verkætlan.
Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentamálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.
Starvslønirnar kunnu vera latnar soleiðis: 1 starvsløn galdandi í 3 ár, 2 starvslønir galdandi í 12 mánaðir og starvslønir galdandi í 1 til 6 mánaðir.
Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1, sum er DKK 33.548,30 um mánaðin, umframt 15% í eftirløn.
Søkjast kann við at nýta umsóknarblaðið “Starvsløn”.
Íverksetanarstudningur til listafólk í 2026
Mentanargrunnur Landsins kann lata listafólkum íverksetanarstudning við støði í listaligum og fakligum metingum.
Íverksetanarstudningur skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum, serliga ungum, at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði. Studningurin kann nýtast til tilfar, leigu av atelieri, námsferðir o.l.
Íverksetanarstudningurin er DKK 75.000 árliga og kann í mesta lagi latast sama persóni í 2 ár.
Søkjast kann við at nýta umsóknarblaðið “Íverksetanarstudningur”.











