Tvøroyrar kommuna kunngerð í dag, at mentanarnáttin verður 20. juli.
Hon skuldi eftir ætlan vera 6. juli, men bleiv avlýst, tá Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari, brádliga doyði sama morgun.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, segði, at tað hevði verið ógjørligt at havt eitt slíkt fagnaðartiltak í býnum ein slíkan sorgardag og tí bleiv mentanarnáttin avlýst.
Hon er tó sett á skrá aftur nú, og verður altso fríggjadagin 20. juli. Skráin verður kunngjørd á miðdegi mánadagin.