Flaggdagin verður flaggdagshald við minnisvarðaøkið. Skótaliðið Royndin skipar fyri. Skótar og úlvar ganga skrúðgongu oman til Minnisvarðan. Bjartur Nolsøe heldur flaggrøðuna. Sangarar úr Ljómi luttaka við felagssangi.
Aftaná flaggdagshaldið bjóðar Skótaliðið Royndin ein drekkamunn í Miðlatúni, har vinnararnir av teknikappingini verða avdúkaðir.
Ruddingardagur
Árligi ruddingardagurin hjá Vágs kommunu verður leygardagin. Hann verður aftur í ár skipaður sum eitt ABC fyri Sálarliga heilsu tiltak.
Ruddað verður fram til middags, tá ið suppa verður bjóðað í Garðslon. Plantupakkar verða eisini latnir, tá ið fólk koma aftur í Garðslon at fáa sær suppu. Í plantupakkunum eru runnar og trø.
Fjølbroytt tiltøk
Annars er konsert við Inga Poulsen, listatiltak, har Ole Wich hevur fyrilestur, fyrilestur, har Poul Andreasen greiðir frá undangongumanninum Petur Dahl, gongutúrur við ferðaleiðara kring býin, Dansibandsfestivalur bæði á Hamragarði og í býnum.
Ein serlig matgonga er eisini á skránni, og hósdagin er finaludagur í Skúlafótbólti í Marghøllini, tá ið 600 børn og ung fara at spæla hálvfinalur og finalur í stóru fótbóltskappingini Skúlafótbóltur, sum hevur verið millum næmingar í fólkaskúlum og miðnámsskúlum kring landið.
Eisini er tiltakið Rørslufagnaður, sum verður skipað í samstarvi við Fólkaheilsuráðið og sum eitt ABC fyri sálarliga heilsu tiltak, verður sagt í tíðindaskrivi frá Vágs kommunu.