Messerschmidt vann stórsigur: Nýggjur formaður í Dansk Folkeparti

Við 60 prosentum av atkvøðunum er Morten Messerschidt nýggjur formaður í Dansk Folkeparti

Morten Messerschmidt heldur røðu á eykalandsfundinum hjá Danska Fólkaflokki í Herning. - Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Sum væntað gjørdist tað ein sannførandi sigur fyri Morten Messerschmidt, sum í fyrsta umfari fekk meira enn 60 prosent av atkvøðunum og harvið er nýggjur formaður í Danska Fólkaflokki.

Tað gjørdist greitt fyri løtu síðani, tá tey 825 umboðsfólkini hjá flokkinum valdu nýggjan formann í Herning Kongrescenter.

– Tað kemur ein tíð, har vit skulu lekja flokk okkara, hvar vit skulu savna flokk okkara, og har tað skal vera pláss til øll.

– Tað koma ongar átalur fyri tað, sum higartil er farið fram, nú skulu vit frameftir saman, segði Morten Messerschimdt av røðarapallinum.

Hann fekk 499 atkvøður, Martin Henriksen fekk 219 og Merete Dea Larsen fekk 104 atkvøður.

Valevnini hava sjálvi sagt valstríðið ferið »uskønt«, men sambart floksstovnaranum Piu Kjærsgaard er tað ov milt sagt. Hon heldur valstríðið vera tað ringasta nakrantíð, sum hon hevur upplivað.

Morten Messerschmidt nevndi tað sjálvur og segði í takkarrøðuni við miðlarnar, at flokkurin nú skal hyggja frameftir.

– Eg skilji væl, at tað í eini slíkari tilgongd fella orð, kenslurnar eru uttan á klæðunum, men tað koma ongar átalur, segði Morten Messerschmidt.

Martin henriksen hevur undir valstríðnum sagt, at hann roknar við at vera koyrdur úr flokkinum, um Morten Messerschimidt verður formaður.

Morten Messerschimdt er dømdur í býarrættinum fyri svik við ES pengum og skjalafalsan, men síðani er dómarin, hálvir føroyingurin Søren Seerup, staðfestur inhabilur, og málið skal ganga umaftur.

Fleiri fólkatingslimir úr Danska Fólkaflokki hava nevt sakina sum ein álvarsligari kleppur um beinið fyri messerschmidt.

– Hatta loysa vit sum skjótast, sigur Morten Messerschmidt til tann partin.

Málið hevur koyrt í sjey ár, og skal nú ganga umaftur í býarrættinum, har hann kann draga enn longur út, um hann verður kærdur til landsrættin.

/ritzau/

 

Morten Messerschmidt heldur røðu á eykalandsfundinum hjá Danska Fólkaflokki í Herning. - Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix