Argentina vann 2-0 á Póllandi og Meksiko vann 2-1 á Saudiarabia. Tað merkir at Argentina er víðari sum nummar eitt, meðan eitt mál ger at Pólland kemur víðari frammanfyri Meksiko.
Pólland – Argentina 0-2 (0-0)
0-1 MacAllister, 46
0-2 Alvarez, 67
Saudiarabia – Meksiko 1-2 (0-0)
0-1 H. Martin, 47
0-2 L. Chavez, 52
1-2 S. Al Dawsari, 90+5
Argentina hevur verið undir trýsti, síðani liðið tapti móti Saudiarabia í fyrsta umfarinum í bólkaspælinum. Í kvøld kundi Lionel Messi havt lætt um trýstið við at umsett heldur bíligt brotsspark í fyrra hálvleiki. Wojciech Szczesny bjargjaði væl í málinum hjá Póllandi.
Tá Lionel Messi úr Paris Saint Germain ikki skoraði, so bleiv tað Alexis MacAllister úr Brighton, sum bara ein minutt inn í seinna hálvleik legði Argentina á odda. Hann rakti nokk ikki bóltin heilt reint, men tað gjørdi bara uppgávuna hjá Wojciech Szczesny verri.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom staðfestingina, tá Julian Alvarez sendi bóltin í málhornið. Við støðuni 2-0 var Argentina víðari sum nummar eitt, og Póllandi sum nummar tvey. Men skoraði Meksiko eitt mál afturat, so fór Meksiko víðari.
Tí stóð nógv á minuttirnar eftir dystarlok, meðan dysturin millum Mekisko og Saudiarabia bleiv spældur liðugur. Tað endaði við at Saudiarabia skoraði og tað loysti upp fyri stemningin í pólsku leguni.
Meksiko skoraði tvær ferðir upp á fáar minuttir í seinna hálvleiki, men megnaði ikki at byggja víðari upp á góðu løtuna. Argentina skal nú møta Avstralia, meðan Póllandi fær gleðina av at møta HM-favorittunum úr Fraklandi.
Bólkur C:
1: Argentina 6
2: Pólland 4 (-0)
3: Meksiko 4 (-1)
4: Saudiarabia 3