Messi yvirhálar Pele við hattriki

Lionel Messi bleiv í nátt mest skorandi landsliðsspælarin í Suðuramerika

Lionel Messi skoraði hattrik í nátt, tá Argentina vann 3-0 á Bolivia í HM-undankappingini í Suðuramerika. Hann er nú mest skorandi landsliðsspælarin í Suðuramerika við 79 málum í 153 landsdystum.

 

Maðurin, sum hevði metið undan honum, var ongin minni enn brasilski Pelé, ið skoraði 77 mál í 92 landsdystum. Í nátt skoraði Lionel Messi tríggjar ferðir, tá Argentina fyri fyrstu kundi feira Copa Amerika sigurin saman við 20 túsund áskoðarunum hjá Argentina.

 

Í Suðuramerika er 29 ára gamli Neymar í hølunum á 34 ára gamla Lionel Messi við 69 málum í 113 landsdystum.

 

Fyrr í mánaðinum tók Cristiano Ronaldo metið fyri flest landsliðsmál. Hann tók metið hjá iranska Ali Daei við tveimum málum í sigirnum á Írlandi. 36 ára gamli Cristiano Ronaldo hevur skorað 111 landsliðsmál í 180 landsdystum fyri Portugal. Gamla metið var 109 mál.