Mest eftirlýsti mafialeiðarin í Italia er handtikin

Hann hevur dripið dómarar, kvalt eina kvinnu, ið var við barn og staðið handan spreingingar í Rom og øðrum býum í 90`unum.

Matteo Messina Denaro eftir at hann í morgun varð handtikin í Palermo

Í dag er stórfagnaður í Italia. Matteo Messina Denaro, er ikki ein fríur maður longur eftir at hann varð handtikin í Palermo morgun, skrivar italienska tíðindastovan ANSA sambært Reuters.

 

Leiðarin av tí sicilionsku mafiuni, Cosa Nostra, hevur krógvað seg fyri løgregluni seinastu 30 árini.

 

Messina Denaro, ið hevði eyknavni “devulsettur”, bleiv handtikin á eini privatari klinikk í Palermo, har hann fekk terapeutiska viðgerð, upplýsir leiðarin á serligu deildini hjá italiensku løgregluni, sum hevur við skipaðan kriminalitet og yvirgangsálop at gera.

 

60 ára gamli Messina Denaro bleiv dømdur lívlangt fongsul uttan at vera til staðar. Hann varð dømdur fyri sín leiklut handan drápini í 1992 á dómararnir Paolo Borsellino og Giovanni Falcone.

 

Giovanni Falcone var ein fyrimynd í Italia fyri dystin í móti mafiuni. Hann, kona hansara og hansara tríggir lívverjar vórðu øll dripin í eini ógvusligari bumbuspreinging.

 

##med2##

 

Matteo Messina Denaro hevur so nógv blóð á hansara hondum, at mann ikki fær hildið yvirlit yvir øllum hansara brotsverkum. Hann er tiltikin fyri at vera ein tann hjartaleysasti og harðendi maðurin í italienskari søgu.

 

Í 1993 stóð hann fyri barnaræningini av 12 ára gamla Giuseppe Di Matteo við tí endamáli, at fáa pápa hansara at lata vera við at vitna í móti mafiuni.

 

Drongurin varð hildin sum fangi í tvey ár áðrenn hann bleiv kvaldur til deyðis og kroppur hansara upploystur í sýru.

 

Forsætisráðharrin Giorgia Meloni kallar dagsins handtøku av Denaro “ein stóran sigur” fyri italienska statin í dystinum í móti skipaðum kriminaliteti.

 

Matteo Messina Denaro eftir at hann í morgun varð handtikin í Palermo

Her verða teir dripnu dómararnir, Falcone og Borsellino, hátíðarhildnir á einum italienskum skipi í 2019