Met nógvir grønir bilar seldir í Danmark

Í september hevur næstan annar hvør seldi bilur í Danmark verið elbilur ella plug-in hybrid bilur

 

Í september komu 3189 nýggir elbilar út at koyra á donsku vegunum, vísa tøl frá De Danske Bilimportører. (Arkivfoto) - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix


Tað upplýsa De Danske Bilimportører í tíðindaskrivi.

 

Í september eru seldir 3189 nýggir elbilar í Danmark. Tað svarar til 22,4 prosent av øll teimum nýggju bilunum, sum eru skrásetti í september.

 

Tað er higartil hægsta tal í ein heilan mánað.

 

Plug-in-hybridarnir liggja á umleið sama støði við 22,9 prosentum av sølunum.

 

Leggjast tølini saman, hevur sølan av el- og plug-in-hybrid verið 45,3 prosent av søluni av nýggjum bilum í september.

 

Við øðrum orðum kann næstan annar hvør seldi bilur løðast.

 

Til samanberingar kundu 21,4 prosent av nýggju bilunum løðast sama mánað í fjør.

 

Tað ser nógv vaksandi tali av bilum, sum kunnu løðast, setir krøv um fleiri løðistøðir.

 

Sambært De Danske Bilimportører haltar við at fáa nóg nógvar løðarar í løtuni. Tað fær felagið til at heita á um at fáa setti fleiri løðistøðir upp.

 

– Sjálvt um tað verða settar alsamt fleiri løðistøðir, eru framvegis trupulleikar við at nøkta tørvin, tá sølan av bilum, sum kunnu løðast veksur so skjótt.

 

– Við teimum íløgum, sum í løtuni gerast í undirstøðukervið, er eg tó bjartskygur um, at vit næsta ár fáa betri javnvág í, sigur Mads Rørvig, aðalstjóri hjá De Danske Bilimportører.

 

Seinastu árini hevur uppsetingin av løðistøðum fylt tørvinum á nýggjum elbilum, sum er meira enn ferfaldað seinastu trý árini.

 

Talið av løðieingum fyri hvønn elbil er seinasta árið tí fallin frá eini løðistøð til hvørjar fýra elbilar í 2018 til eina fyri hvørjar 11 elbilar í august í 2021.

 

Sambært danska flutningsmálaráðnum hava tað i august verið umleið 4200 alment atkomulig løðistøð í Danmark.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

Í september komu 3189 nýggir elbilar út at koyra á donsku vegunum, vísa tøl frá De Danske Bilimportører. (Arkivfoto) - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix