- Ongantíð áður hava so nógv ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn sum í 2012. Samlaða framgongdin í 2012 var 10.9% ella 22.123 ferðafólk fleiri enn í 2011. Hetta merkir, at 225.532 ferðafólk ferðaðust umvegis Vága Floghavn í 2012. Gamla metið varð sett í 2008, tá 221.942 ferðafólk ferðaðust umvegis flogvøllin.
Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.
- Eftir at flogbreytin varð longd, hevur framburður verið innan føroyska flogvinnu. Breytin varð longd úr 1250 metrum upp í 1799 metrar. Nýggj innflúgvingartól eru tikin í nýtslu, og Atlantic Airways fekk umstøður til at gera íløgu í eitt nýtt Airbus 319 flogfar.
Tølini vísa - umframt eina framgongd í ferðafólkatalinum - at reglusemi loftvegis til og úr Føroyum er hækkað.
- Hetta merkir, at ferðafólk í enn størri mun kunnu líta á, at tey kunnu koma og fara til ásettu tíðina. Harumframt merkir hetta, at flogfeløg í minni mun skulu vænta sær eykaútreiðslur í samband við seinkingar og avlýsingar.
Jákup Sverri Kass vísir á, at Atlantic Airways er einasta flogfelag, sum flýgur regluliga millum Føroyar og útheimin. Umframt Atlantic Airways hevur flogvøllurin eisini havt vitjan av flogførum og flogfeløgum sum annars ikki hava roynt seg í Vágum áður.
- Vit í Vága Floghavn eru sera fegin um framgongdina. Vit høvdu væntað, at 2012 gjørdist eitt betri ár enn 2011, men at vit fingu ein vøkstur á heili 22.123 ferðafólk, er framúr. Vit roknaðu við einum lítlum halli í rakstrinum, men nú sær út til, at raksturin fer at geva eitt lítið avlop, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.
Hann leggur aftrat, at Vága Floghavn kann vænta sær stórar avbjóðingar komandi árini, tí felagið er í gongd við at byggja nýggjan tænastubygning og farstøð.
- Útbyggingin kemur at hava við sær, at vit mugu taka nakrar avskrivingar, sum fara at hava negativa ávirkan á okkara roknskap. Hóast hetta, vænta og vóna vit, at raksturin av Vága Floghavn komandi árini fer at geva eitt lítið avlop, sigur stjórin.