Metmaður handaði Pálli gávuna

Bara eitt korter eftir fyrsta bríksl í gjárkvøldið noyddist Páll skaddur av vøllinum

Eitt lítið korter var farið í norðoyastevnudystinum millum KÍ og AB, tá ið Páll A. Klettskarð noyddist av vøllinum. Hann var so mikið skaddur í nærdysti, at tað bar honum ikki til at halda fram. Hvussu álvarsligan skaða talan er um, er ikki greitt enn.

 

Undan dystarbyrjan fekk Páll handaða gávu og heiðursbræv fyri, at hann annan mánað á rað var kosin at vera besti spælari í føroysku kappingini.

 

Tað var Steinbjørn Jacobsen, sum handaði Pálli gávuna. Steinbjørn Jacobsen er heiðurslimur í KÍ, og í síni tíð var hann millum bestu fótbóltsspælarar í Føroyum. Saman við tveimum liðfeløgum hevur hann vunnið fleiri FM í bestu deildini enn nakar annar. Hinir báðir eru Jógvan Jacobsen og Magnus Kjelnæs, sáli. Teir hava vunnið FM níggju ferðir. Steinbjørn var við til at vinna FM í 1957, 1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970 og 1972.

 

Á fsf.fo sigur Páll A. Klettskarð soleiðis:

 

– Takk fyri tað. Tað var ikki so galið. Tað hevur eisini gingið meir ella minni óvanliga væl higartil, so tað ræður um at njóta tað “så længe det varer”. Men eg megni einki uttan mínar liðfelagar, so hesin heiðurin fer eisini til teir, venjaratoymið og øll hini fantastisku fólkini rundan um liðið.

 

Soleiðis sigur vandamikli framherjin hjá KÍ, Páll Andrasson Klettskarð, tá hann fær boðini um, at hann eisini í mai mánað er valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum.

 

Av 27 møguligum stigum í atkvøðugreiðsluni, fekk Páll Andrasson Klettskarð 21, meðan nærmasti kappingarneytin, Adrian Justinussen úr HB fekk 14 stig. Á 3. plássi endaði liðfelagin hjá Páll, Árni Frederiksberg.

 

Tað er eisini okkurt, ið bendir á, at Páll og hinir klaksvíkingarnir aftur í ár fara at vera við heilt har frammi, tá FM skal avgerast í oktober. Eftir trettan umfør er KÍ fremst við fullum stigatali, 39, og á toppskjúttaralistanum er Páll Andrasson Klettskarð ovast við 14 málum.

 

– Tað fylgir altíð ein ávís ábyrgd við, tá man fær møguleikan at umboða KÍ, og ta ábyrgd ynski eg at liva upp til. Men nú ræður eisini um at halda konsentratiónina, tí tað er framvegis langur vegur á mál, um vit skulu endurvinna FM, sigur Páll Andrasson Klettskarð við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað. Fyri heiðurin fekk Páll Andrasson Klettskarð handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá matstovuni HAPS í Havn, umframt eina glasstandmynd , ið er latin av Betri. Tað var Steinbjørn Jacobsen, heiðurslimur í KÍ, ið vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini, skrivar fsf.fo.