Metstórt arbeiðsloysi

Fyri fyrstu ferð síðani ta týsku sameiningina eru meiri enn fimm milliónir týskarar arbeiðsleysir.

Í samrøðu við blaðið Bild am Sonntag sunnudagin segði Wolfgang Clement, búskaparmálaráðharri, at um mánaðarskiftið januar-februar hava 4,8 milliónir týskarar einki arbeiði. Samstundis hava lógarbroytingar gjørt, at meiri enn 200.000 fólk, sum ikki hava verið skrásett sum arbeiðsleys higartil, tí tey hava fingið almennan stuðul, nú koma upp í arbeiðsloysistølini.

-Sostatt hava vit meiri enn fimm milliónir arbeiðsleys í dag, og so stórt hevur talið ikki verið, síðani land okkara var sameinað, segði Wolfgang Clement.